Um trítíðina sunnumorgunin vóru tvey harðskapsmál í klubbagarðinum í Havn. Í øðrum førinum fekk ein maður eina fløsku í andlitið, og í hinum fekk ein duravørður nevan, so ein jaksil reyk. Í báðum førunum verða gerningsmenninir skuldsettir fyri harðskap.










