Tveir minuttir frá meistaraheitinum

So nær við var EB/Streymur í gjár. Við einum ómetaliga teprum sigri gjørdi oddaliðið sína skyldu, meðan fuglfirðingar stríddust sum úlvur á skóg, men fingu teir onki burtur úr, so bæði ÍF og EB/Streymur mugu bíða til leygardagin, til lagna teirra verður avgjørd


Ein øgilig rúgva av viðhaldsfólkum var savnað kring vøllin í Fuglafirði í gjár, og áskoðararnir fingu eisini spenning fyri allar pengarnar. Leikliga var dysturin ikki nakað at reypa av, men liðini, serliga ÍF, stríddist sum úlvur á skóg, og var talan um ein ferðmiklan og intensan dyst.
 
Smátt við møguleikum
Dysturin byrjaði væl og beinanvegin var greitt, at bæði liðini fóru at stríðast fyri síni sak. Fuglfirðingar fyri at varðveita sessin í Formuladeildini, og EB/Streymur fyri at vinna Formuladeildina.
Tað var tó smátt við málmøguleikum. Síggja vit burtur frá málinum, sum kom tá ein hálvur tími var spældur, so átti Arnbjørn Hansen størsta kjansin hjá gestunum eftir tíggju minuttir. Bárður Olsen legði eitt frísparkinnlegg í høvdið á Arnbjørn, sum ikki var nóg neyvur og stýrdi bóltin eitt fitt petti upp um málið.
Størsti kjansurin hjá fuglfirðingum var eisini ein stútari. Hanus Eliasen, sum var ímillum mest eyðsýndu fuglfirðingarnar, legði ein góðan bólt inn úr høgra borði, men Nenad Saric var óheppin og skallaði bóltin bæði upp um og framvið málinum.
Tað var eftir hetta álopið frá fuglfirðingum, at EB/Streymur skoraði. Teir gjørdu skjótt av og tóku málspark og áðrenn fuglfirðingar vistu av, hevði Hans Pauli Samuelsen bóltin uppi í vinstra borði.
Víkamaðurin krúllaði einaferð og setti ein fuglfirðing av, legði sína bóltin væl inn fyri, har Sorin Anghel leyp upp og beindi bóltin í netið við høvdinum.
Leiðslan helt sær til hálvleiks. EB/Streymur hevði verið undir trýsti frá fuglfirðingum, sum fyri so vítt vóru rættiliga ópressaðir ein stóran part av fyrra hálvleiki.
 
Stokkut gleði
Fuglfirðingar sluppu ikki trýstinum, tá teir komu út til seinna hálvleik. Beinanvegin gjørdist Atli Petersen leysur við René Tórgarð, men málverjin kom gott út og vardi fyri.
René Tórgarð megnaði tó ikki at verja fyri, tá ÍF løtu seinni fekk hornaspark. Bólturin varð sendur inn í brotsteigin, og har steig Símun Eliasen upp og skallaði bóltin í netið.
Nógva stríði gav nú av at býta, og fuglfirðingar høvdu javnað.
Gleðin var tó ógvuliga stokkut, tí EB/Streymur hevði ikki meiri enn givið bóltin upp aftur, áðrenn teir aftur høvdu lagt seg á odda.
Hans Pauli Samuelsen sendi hornaspark inn fyri til Arnbjørn Hansen, sum setti krúllin á bóltin og legði lið sítt á odda.
Tá EB/Streymur skoraði á øðrum sinni, vóru framvegis smáir 40 minuttir eftir at spæla. Tí var onki avgjørt og ÍF spældi sanniliga fyri sínum møguleikum.
Atli Petersen var nærvið eftir framúr gott uppspæl frá Hanus Eliasen, men skotið fór upp um.
Alexander Jovevic var rættiliga stinnur á miðvøllinum allan dystin, og hann hevði eisini naskastu royndina í seinna hálvleiki. Við frálíkum skoti úti frá noyddi hann René Tórgarð at gera eina framúr góða bjarging, men so komu fuglfirðingar ikki nærri.
EB/Streymur hevði ongan upplagdan møguleika, men sundalagsmenn kendu seg rættiliga snýttar ta einu ferðina, tá Sorin Anghel bleiv rendur um koll, meðan floytan hjá Eiler Rasmussen tagdi.
 
Bíðaðu eftir Svangasgarði
Dysturin endaði 2-1 til EB/Streym, men ikki hevði tað verið óuppiborið, um ÍF fekk eitt stig burtur úr dystinum.
Tá Eiler Rasmussen bríkslaði fyri seinastu ferð, restaði enn eitt korter av dystinum á Svangasgarði. Hátalararnir kring vøllin vórðu tendraðir. Útvarpið og røddin á Súna Merkisstein ljómaði oman yvir spentu fjøldina, og tað fór eitt suð í gjøgnum mannamúgvuna, tá B68 rakti stólpan. Spenningurin var øgiligur, og tað var ikki til at halda út, tá yvirtíðin byrjaði. Tí var tað eitt øgiligt vónbrot fyri EB/Streym, tá Rógvi Jacobsen skoraði, meðan fuglfirðingar drógu andan lættari, nú tað ikki eydnaðist B68 at fáa stig.