Tveir menn í Italia settu eld á seg

Ein arbeiðsmaður, sum hevur sín uppruna í Marokko, men sum býr í Italia, royndi í dag at taka lívið av sær við at seta eld á seg. Tann 27 ára gamli maðurin stoytti bensin oman yvir seg og festi í, men tað eydnaðist øðrum at sløkkja eldin og at fáa mannin á sjúkrahús.

Italska løgreglan sigur, at maðurin hevur ikki fingið løn í fýra mánaðir, og at hann var vorðin frá sær sjálvum. Avgerðin at seta eld á seg var tí eisini eitt mótmæli.

Í gjár var ein tilsvarandi tilburður í Italia. Tá var tað ein 58 ára gamal handilsmaður, sum setti eld á seg, meðan hann sat í bilinum, sum hann hevði sett uttan fyri eina skrivstovu hjá skattavaldinum í býnum Bologna. Sambært løgregluni hevði maðurin fingið eina stóra skattarokning, og nú hevði skattavaldið víst einari kæru frá manninum aftur.

Tað eydnaðist øðrum at sløkkja eldin, og maðurin liggur nú á sjúkrahúsi við ringum brunasárum

Tann nýggja stjórnin í Italia hevur framt fleiri fíggjarlig tiltøk, sum raka nógvar italiumenn meint.