Tveir mans tiknir fyri at koyra við kenning

Tann eini varð feldur av sekstíma regluni

Í nátt hevur løgreglan tikið tveir mans fyri at koyra við kenning.

 

Annar varð tikin í tí vanliga eftirlitinum hjá løgregluni. Løgreglan var á Strondum, har tey steðgaðu einum bili. Tað vísti seg, at bilførarin hevði drukkið meir enn gott er og sostatt varð hann førdur á Klaksvíkar Sjúkrahús, har blóðroynd varð tikin av honum.

 

Hin bilførarin varð tikin í Vestmanna. Tað hendi eftir at hann hevði rendi á eini hús í Vestmanna, men rýmdi frá óhappinum uttan at boða frá, og fór til húsar, har hann legði seg at sova.

 

Vitni, sum sóu hendingina, boðaðu løgregluni frá, so tey fóru heim til bilføraran, har tey purraðu hann út og tá vísti tað seg, at hann var ikki edrúur.

 

Av tí at talan var um eitt ferðsluóhapp er sekstímareglan galdandi. Tað merkir, at bilførari, sum er uppi í ferðsluóhappi, hevur ikki loyvi at drekka í seks tímar eftir óhappið. Ger hann tað, verður tað tikið sum um at hann hevur koyrt við kenning og tað feldi bilføraran í Vestmanna. Sjálvur fekk bilførarin ongan skaða í óhappinum, men bilurin fekk nakað av skaða.