Tað hevur verið nógv fólk í býnum í góðveðrinum um vikuskiftið. Men løgreglan sigur kortini, at sum heild hevur tað verið friðarligt. Hinvegin eru fýra bilførarir tiknir fyri at koyra við kenning og nakrar ferðir hevur løgreglan eisini tikið fólk upp, sum hava verið so drukkin, at tey hava ikki klárað seg sjálvi.
Men sunnunáttina varð eitt mál um harðskap meldað til løgregluna. Ein maður hevði fingið framman á og hann breyt eina tonn. Men løgreglan visti, hvør harðskapsmaðurin var og hann er nú skuldsettur í málinum.
Somuleiðis er ein annar maður skuldsettur fyri at hava hótt eitt fólk í náttarlívinum. Løgreglan veit eisini hvør tað er, og hann er nú skuldsettur fyri hóttanir. Løgreglan sigur, at hann hevur játtað seg selan.











