Tveir mans eru nú í Føroya Rætti, har teir í fyrra lagi eru skuldsettur fyri drápsroynd, í øðrum lagi eru teir skuldsettir fyri harðskap.
Les eisini: Maður álopin og illa særdur í Havn í nátt
Hetta eru teir báðir menninir, ið vórðu tiknir eftir eitt óvanliga grovt álop í Havn í nátt, har ein maður varð álopin við tí, løgreglan heldur er við knívi, øks og einum gággara og hann fekk fleiri sár á kroppin, á beinini og á armarnar.
Tað var stutt eftir klokkan eitt í nátt, at løgreglan fekk boðini um, at ein maður lá illa særdur á vegnum á vegamótinum Íslandsvegur, Landavegur og tað stóð illa til hjá honum, tá ið hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Men síðani fingu læknarnir tamarhald á støðuni.
Stutt eftir álopið, ella klokkan tvey í nátt, vórðu tveir ungir mans, fyrst í tjúgunum handtiknir og løgreglan vil hava teir varðhaldsfongslaðir ímeðan málið verður kannað.
Annars varð forboð sett fyri at endurgeva úr rættinum.









