Í gjár fekk løgreglan fráboðan um tvey arbeiðsóhapp, annað var inni í Eysturoynni og hitt var í Vestmanna.
Í Eysturoynni datt ein maður einar tveir metrar niður av einum stilladsi og meiddi seg eitt sindur. Maðurin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur løgreglan.
Løgreglan sigur, at Arbeiðseftirlitið fekk boð um óhappið og tey eru nú farin at kanna umstøðurnar.
Seinni í gjár hendi eitt arbeiðsóhapp afturat. Hesa ferð var tað í Vestmanna, at ein maður fekk skaða í einum arbeiðsóhappi. Teir vóru í ferð við at lossa, tá ið ein maður kom í klemmu ímillum eina bingju og skipið. Løgreglan sigur, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tað vísti seg, at hann hevði brotið síðuna, men løgreglan heldur, at hann var ótrúliga heppin, at tað ikki stóðst størri skaði av óhappinum.
Av tí at óhappið hendi umborð á skipinum, er tað Sjóvinnustýrið, sum fær til uppgávu at kanna tað.