Tveir mans handtiknir fyri harðskap

– Og tíverri fór ein maður í bilin, tá ið svongd kom á hann tíðliga í morgun

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt. Í hesum sambandi hava tey fingið tvey mál um harðskap og tað fer við nógvari arbeiðsorku í morgun í royndunum at fáa greiði á, hvat er hent.

 

Í hesum sambandi eru eisini tveir mans handtiknir, annar er koyrdur á løgreglustøðina í klaksvík, har hann er koyrdur í ein kliva og hin er á løgreglustøðini í Havn

 

Annað harðskapsmálið fór fram í einum staði, har skundverðar eru at fáa um næturnar, og har ein maður varð sligin og skallaður. Hitt málið fór fram á einum dansistaði, har ein maður varð ein sligin í andlitið. Báðir menninir fóru á skaðastovuna til kanningar, og fóru síðani heim aftur. Løgreglan roynir nú at fáa greiði á, akkurát, hvat tað er, sum er farið fram og í tí sambandi skulu vitni avhoyrast.

 

Annars varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning tíðliga í morgun. Svongd kom á hann, men tíverri fór hann í bili, tá ið hann skuldi fara at keypa sær okkurt til matna. Men hann kom ikki langt, tí hann rendi á ein húsavegg, Løgreglan kom á staðið, og bilførarin er nú skuldsettur fyri at koyra við kenning.