Tíðindastovur í Russlandi siga, at russiska fregnartænastan, FSB, leitar eftir tveimum monnum í samband við yvirgangsatsóknina í Sankta Pætursborg í dag.
Ein bumba brast umborð á einum tokið í undirgrundsbreytini, meðan ein onnur bumba varð funnin á eini metrostøð. Russiskir bumbuserfrøðingar megnaðu at oyðileggja hana, áðrenn hon brast.
Hin bumban brast umborð á tokinum mitt millum tvær støðir. Higartil eru 10 fólk deyð og millum 40 og 50 løstaði av spreinginini. Russiskar tíðindastovur siga, at talan var um eina heimagjørda bumbu, fylta við seymum.
Sambært russisku fregnartænastan var bumban, sum ikki brast eini tríggjar til fimm ferðir so sterk, sum tann, ið brast.
Enn hevur eingin tikið ábyrgd av bumbuatsóknini. Russland hevur verið rakt av fleiri yvirgangsálopum seinastu árini, flestu framd av víðgongdum tjóðskaparligum bólkum frá Kekenia. Illgruni er um, at tað antin eru kekenar ella møguliga IS, sum hava ábyrgd av hesi atsóknini, skrivar BBC.
Russland hevur luttikið nógv í stríðnum móti IS í Sýria. Tað verður mett, at 7.000 russar eru farnir til Sýria at stríðast fyri IS - og summir teirra eru komnir aftur til Russlands.
Tvær milliónir ferðafólk ferðast dagliga við undirgrundarbreytini í Sankta Pætursborg.