Tveir mánaðir meira til at viðgera fiskivinnuna

Arbeiðsbólkurin, ið skal koma við tilmæli til nýggja fiskivinnulóggávu, hevur fingið longt freistina til 1. oktober.

Upprunaliga var ætlanin, at arbeiðsbólkurin skuldi vera liðugur við sítt tilmæli 1. august, men nú tað vísti seg, at hetta ikki fór at halda, hevur bólkurin heitt á Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um at leingja freistina, og tað hevur hann nú eftirlíkað.



- Við atliti at trongu tíðarkørmunum at gera allar partar av arbeiðssetninginum lidnar og til tess at hava fleiri hoyringar hjá hoyringsbólkunum, hevur nevndin í samráði við landsstýrismannin í fiskivinnumálum valt at tillaga tíðarætlanina, sigur Høgni Hoydal.



Fundir við hoyringsbólkarnar verða í september, og nevndin fer síðani at handa landsstýrismanninum frágreiðing, uppskot og tilmæli tann 1. oktober.



Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Høgna Hoydal.