Tveir málverjar til landsliðið

Jógvan Martin Olsen hevur boðsent tveimum málverjum afturat til fyrstu landsliðsvenjingarnar

Fótbóltur

Landsliðshópurin, sum nú fer undir fyrstu venjingarnar til komandi undankapping, er nú komin upp á 27 mans.

Upprunaliga hevði Jógvan Martin Olsen, sum í løtuni tekur sær av úttøkuni, tikið 24 mans út, men síðani er Uni Arge lagstur afturat.

Beint undan jólum varð so greitt, at Jógvan Martin hevði tikið enn tveir leikarar út, og at talan í báðum førum var um málverjar. Nevnliga teir báðar Meinhardt Joensen úr KÍ og Trónd Vatnhamar úr B36.