Tveir luttakarar

Annvør Fríða Mikkelsen, 13 ár og Birita Poulsen, 12 ár, ganga í 7. flokki í Vestmanna skúla. Flokkurin læs Dóttir skammarans, tá tey gingu í 6. flokki.


Hvat dámdi tykkum bókina?
Annvør: - Hon var ræðuliga góð, mær dámdi hana ordiliga væl.
Birita: - Mær dámdi hana eisini væl, hon er spennandi og har hendir alla tíðina okkurt.
 
Hava tit lært nakað í dag?
Báðar: - Vit lærdu at brúka sansirnar tá vit skriva. Vit fara at royna at brúka tað, men vit halda, at tað er nokkso ringt.