Tveir listar og 20 fólk stilla upp á Eiði

Tá freistin í gjár var úti vóru tveir listar við tilsamans 20 valevnum komnir inn.

Tá fólk í Eiðis kommunu skulu á bygdarráðsval 12. november hava tey 20 fólk at velja í til teir sjey sessirnar, sum eru í bygdarráðnum.

Tveir næstan fullmannaðir listar eru í at velja.

Mest loyvda tali av valevnum er tali á bygdarráðslimum pluss 4. Í Eiðis bygdarráð eru sjey limir, tí kunnu í mesta lagi 11 fólk stilla upp á hvørjum lista.

Borgarstjóri á Eiði er Annsy Høghamar, sum eisini stillar uppaftur. Hon varð fyrstu ferð vald í bygdarráðið á seinasta bygdarráðsvali.

Niðanfyri eru valevni og stillarar á teimum báðum listunum á Eiði:

 

##med2##

 

##med3##

Soleiðis var úrslitið á seinasta bygdarráðsvali á Eiði:

##med4##