Tveir leikarar til AB

Higartil hevur ljóðað, at tað ikki stendur serliga væl til hjá niðurflytarunum, AB, har fáir sáttmálar skulu vera komnir undir land til komandi kappingarár.


Nú ljóðar tó, at felagið fær tilgongd av tveimum leikarum. Talan er um Mikkjal T. Hentze og Teit Jóanesarson, sum báðir eru væl kendir í felagnum.


Les eisini: Símun Samuelsen venur við HB


Í fjør spældu teir báðir við Giza Hoyvík, men áðrenn tað spældi Mikkjal fýra ár á Argjum, meðan Teitur er uppvaksin í AB.


Báðir hava royndir frá Effodeilini. 30 ára gamli Mikkjal T. Hentze hevur spælt 134 dystir í Effodeildini, meðan 27 ára gamli Teitur Jóanesarson hevur spælt 17.