Tað eru lítið hugalig tíðindi, sum eru at frætta, nú fótbóltslandsliðið er savnað til fyrstu venjingina undan teimum trimum HM undankappingardystunum á heimavølli, sum standa fyri framman.
Koronan argar av álvara í landsliðshópinum.
Eingin spælari er smittaður, men tveir spælarar og tveir av teimum, sum eru kring landsliðið, hava í flogfarinum á veg til Føroya sitið so mikið tætt at persóni, sum er smittaður av koronu, at teir eru sendir í sóttarhald í tíggju dagar.
Talan er um Viljorm Davidsen, sum er fastur maður á vongverjanum í vinstru, og talan er um Ára Mohr Jónsson, sum eisini er gott boð at manna eina av ódnunum í vinstru.
Teir hava fingið boð um at vera í sóttarhaldi í tíggju dagar, og harvið vera teir ikki við í fyrireikingunum til landsdystirnar ímóti Ísrael mikukvøldið, ímóti Danmark leygarkvøldið og ímóti Moldova týskvøldið í næstu viku.
Allir dystirnir vera á Tórsvølli, og Viljormur Davidsen og Ari Mohr Jónsson sleppa ikki upp í part. Enn er ikki greitt, um Håkan Ericson fer at senda boð eftir øðrum spælarum.
Málmansvenjarin Andras Gango og svenski fyrsioterapeuturin hava fingið somu boð sum Viljormur og Ari, og teir eru sostatt ikki við í landsliðshópinum.