Nú Løgtingið hevur tikið arbeiðið upp aftur í morgun, hava tveir løgtingsmenn boðað frá, at teir fara í farloyvi. Samstundis hava varamenn tikið sæti á tingi fyri teir.
Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fer í farloyvi í eina viku og varamaður fyri hann er Djóni Nolsøe Joensen. Hann hevur verið varamaður á tingi í fleiri umførum, og nú tekur hann so aftur sæti á tingi hesa vikuna.
Samstundis hevur Jógvan Skorheim, tinglimur fyri Sjálvstýri, boðað frá, at hann fer í farloyvi í óásetta tíð. Varamaður fyri hann er Bárður Kass Nielsen, sum eisini hevur havt sæti á tingi nakrar ferðir, og hann verður so aftur tingmaður nú í eina tíð.