Tveir av nýggju limunum í bygdaráðnum á Viðareiði hava Kallsberg til eftirnavn.
Hans Jákup og Kári Kallsberg eru báðir synir hjá løgmanni, Annfinni Kallsberg, og teir báðir vera næstu fýra árini tveir av teimum tilsamans fimm limunum í bygdaráðnum.
Tríggir listar vóru til bygdaráðsvalið á Viðareiði, har 206 fólk høvdu valrætt. Av teimum vóru 174 - tað eru 85 prosent - á vali.
Tey kosnu
Á lista A var bygdaráðsformaðurin farnu árini, Jógvan Nybo, sum fekk nógv flestu atkvøðurnar á valinum. Hann fekk 62 atkvøður, sum er 40 atkvøður fleiri enn næsti maðurin á valinum.
Umframt Jógvan Nybo varð eisini Lyder Sørensen valdur á lista A.
Á lista B var ein maður valdur. Tað var Árni Absalonsen, sum fekk 16 atkvøður.
Á lista C vóru teir báðir Hans Jákup og Kári Kallsberg valdir. Teir fingu ávíkavist 19 og 22 atkvøður.
Av gamla bygdaráðnum, er tað bara Jógvan Nybo, sum heldur fram. Allir hinir fýra eru nýggir.
Einki konufólk
Í gamla bygdaráðnum vóru tvær kvinnur valdar, men hesaferð eru tað bara menn, sum eru valdir.
12 av teimum 27 valevnunum hesaferð vóru kvinnur, men eingin teirra varð vald í bygdráðið. Tann kvinnan, sum fekk flest atkvøður, fekk tríggjar krossar í sín posa.
Nýggja bygdaráðið hevur ikki skipað seg enn.