Tveir kvinnudystir í kvøld

Í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti verða tveir dystir á skránni í kvøld. Dysturin millum oddaliðið Mjølnir og botnliðið SÍ, sum skuldi verða farna vikuskiftið, men bleiv útsettur fyri veður,verður ístaðin leiktur í KÍ-høllini í kvøld. Um Mjølnir vinnur dystin móti sørvágskvinnum í kvøld, endurvinna tær samstundis oddasessin frá TB.
Hin dysturin verður í Hoyvík, har heimaliðið KÍF fær vitjan av Drátti.