Tveir dystir verða spældir í Sunset-kappingini í dag.
Í Vestmanna kemur Neistin á vitjan, og mett eftir stigatalvuni eru vertirnir greiðir favorittar. Tað vóru Neistakvinnur tó eisini móti Kyndli hóskvøldið, men ta ferðina gekk ikki meira enn næstbest, og tí leita tær eftir eini uppreisn í dag.
Samstundis er hetta tó ein møguleiki hjá VÍF at sleppa longur frá VB í botnstríðnum. VB spælir um sama mundi í Runavík móti Tjaldri, og har er lítið hugsandi, at VB sleppur avstað við nøkrum.
Í Vestmanna byrjar dysturin klokkan 14.30, meðan dysturin í Runavík byrjar klokkan 15.