Frá týsdegnum, eru borgarar, sum eru skrásettir hjá Katrin Rubek Nielsen, knýttir at nýggju hølunum hjá henni í Gundadali.
Í Gundadali er eingin fastur kommunulækni settur fyri Anniku Olsen, tá hon fór frá fyri aldur, og hevur viðtalan hjá henni tí verið mannað av avloysarum síðani tá.
Nú er avgerð tikin um, at flyta viðtaluna hjá Katrini Rubek Nielsen av Frúutrøð niðan í Gundadal.
Læknaviðtalurnar á Frúutrøð eru í ringum standi og kommunan hevur boðað frá, at viðtalurnar har niðri verða fluttar niðan í nýggju viðtalurnar, sum skulu gerast í Kirkjustræti í Hoyvík. Inntil ta tíð, skulu tó tey, sum vóru knýtt at viðtaluni hjá Anniku Olsen so framyvir oman á Frúutrøð.
Sjúklingarnir fylgja við læknunum, so tey, sum vóru knýtt at Katrini Rubek Nielsen niðri á Frúutrøð, skulu nú venda sær til læknaviðtaluna í Gundadali, meðan tey, sum vóru knýtt at viðtaluni hjá Anniku Olsen í Gundadali, nú skulu oman í Frúutrøð. Tað er tó ein fyribils loysn, til nýggju viðtalurnar í Hoyvík eru klárar og vónandi mannaðar við føstum kommunulæknum.
Nýggju adressurnar er:
Læknahúsið í Gundadali
Katrin Rubek Nielsen, kommunulækni
Viðtala 4
Tinghúsvegur 70
100 Tórshavn
Tlf.: +298 30 22 33
Telefonnummarið er tað sama sum undan flytingini.
Gamla viðt. hjá Anniku Olsen
Jónas Broncksgøta 7
100 Tórshavn
Tlf.: +298 61 77 00
Telefonnummarið er tað sama sum undan flytingini.








