Støðan hjá teimum báðum kokkunum, sum brendu seg á Hafnia í gjár, er stabil, sigur politiið Kanningarnar av spreingini á Hafnia í gjár eru ikki lidnar enn, men alt bendir á, at gass hevur likið úr einum røri í gólvinum í køkinum, og ein neisti onkursvegna so hevur fest í.
Spreingingin var so ógvuslig, at ein hurð fór í smildur, og ein rútur út móti Áarvegnum brotnaði.
Tveir kokkar, sum vóru í køkinum, fingu mest skaða. Annar er verri brendur enn hin. Í morgun veit politiið frá Landssjúkrahúsinum, at støðan hjá teimum er stabil. Teir hava brunasár í andlitinum, á kroppinum og á ørmunum.