Seinastu vikuna eru umleið 500 metrar av vegabreyt bygdir í tunlinum á Hvítanesi. Nú eru tí umleið 2 km. av vegabreyt bygdir í tunlinum. Harafturat er ferð komin á aftur at spreingja tunnilin. 24 metrar av tunli blivu sprongdir á Hvítanesi, eftir at arbeiði við vegagerðini var liðugt. Til samans eru nú sprongdir 2.605 metrar á Hvítanesi.
Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 29 metrar. Har eru til samans sprongdir 711 metrar.
Móti Rókini vórðu sprongdir 28 metrar. Har eru til samans sprongdir 507 metrar.
Til samans vóru sprongdir 81 metrar seinastu vikuna og nú eru sprongdir 5.448 metrar, av til samans 11.250 metrum.










