Tað er í kvøld greitt, at bæði Símun Samuelsen og Sebastian Pingel skifta til HB komandi kappingarár. Teir hava báðir tveir vant við í uppstartinum.
Les eisini: Daniel Pedersen til HB
31 ára gamli Símun Samuelsen skiftir frá AB, har hann annars hevði sáttmála fyri komandi kappingarár. Vágbingurin spældi í HB frá 2010 til 2015, tá hann í eitt hálvt ár spældi við FC Suðuroy, ið flutti niður. Síðani hevur hann spælt í eitt ár á Argjum.
Danski framherjin við kenda fótbóltseftirnavninum, Sebastian Pingel, skiftir frá B36 til HB. Tað er kanska í so nógv sagt, tí hann er í løtuni sáttmálaleysur, eftir at samráðingarnar við B36 um leinging av sáttmálanum ikki gingu á mál.
HB kunngjørdi fríggjadagin, at Daniel “Elly” Pedersen skiftir frá BK Frem til HB. Sostatt hevur HB fingið tilgongd av trimum spælarum seinastu dagarnar.