Tveir jarðskjálvtar vóru í Hindu Kush-fjøllunum í Afghanistan í morgun. Amerikanskir jarðfrøðingar siga, at tann fyrri skjálvtin, sum var 5,4 á Richterstiganum, hevði miðdepil 48 kilometrar undir jørð einar 160 kilometrar í útsynning úr býnum Feyzabad. Ein lítlan hálvan tíma seinni kom tann seinni skjálvtin. Hann var 5,6 á Richterstiganum.
Høvuðsstaðurin Kabul er 170 kilometrar frá miðdeplinum í teimum báðum jarðskjálvtunum, men kortini skulvu bygningar í býnum. Einki er tó frætt frá nøkrum skaða.
Norðari partur av Afghanistan og Pakistan eru kend jarðskjálvtaøki. Í oktober í 2005 kravdi ein harður jarðskjálvti í Pakistan 74. 000 mannalív. Hann var 7,6 á Richterstiganum.










