Magnus Magnussen, seyðamaður í heimara Útriðingi, mátti skjóta tveir hundar fríggjadagin, tí teir høvdu dripið tvær ær, og tríggir aðrir seyðir vóru illa bitnir
Seinastu 2-3 árini hevur hesin hagapartur í Sørvági havt trupulleikar av hundum, so hetta er ikki fyrstu ferð, at Magnus hevur skotið hund.
Hetta skrivar heimasíðan hjá Sørvágs kommunum, www.sorvag.fo KLIKK HER<a> Har verður sagt, at onnur ærin lá deyð beint við húsini hjá Magnusi Magnussen og hin úti við Oljutangarnar, og tá ið Magnus kom fram á tær, vóru tær ikki kaldar. Hinir illa bitnu seyðirnir vóru eisini á somu støðum. Magnus sigur við www.sorvag.fo, at har var einki annað at gera enn at skjóta, tí hetta eru somu hundar, sum gera slíkt. Og vit hava havt trupulleikar av hesum hundunum í gott hálvtannað ár. Nakrir hagapartar í Sørvági hava sent kommununi skriv og heita á kommununa um at seta hundafangara sum skjótast. Borgarstjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen sigur, at málið verður viðgjørt longu í næstu viku, har so støða verður tikin til at seta hundafangara nú.