Tveir hundaeigarar fingið bót

Tveir hundar hava gjørt um seg og tað fáa eigararnir bót fyri

Hundar, sum ganga leysir, eru ein afturvendandi trupulleiki.

Og aftur í gjár var løgreglan tvær verðir boðsend eftir hundum, sum gjørdu um seg.

Í tí eina førinum varð hundur meldaður fyri at renna eftir seyði. Hundafangari varð sendur eftir honum, men tá ið hann kom á staðið, var hundurin heima aftur. Eigarin hevði øll síni viðurskifti í rættlag við trygging, hálsbandi. Men hundurin hevur ikki loyvi at ganga leysur, og tí sleppur eigarin ikki undan at fáa eina bót.

Í hinum førinum var ein hundur farin inn í eitt hósnarhús, har hann hevði beint fyri eini hønu.

Tann, sum átti hønurnar, gjørdi ikki mætari enn at læsa hundin inni í hósnarhúsinum, áðrenn ringt varð eftir løgregluni, so tann hundurin, var tikin á búri.

Eisini tann eigarin fær bót fyri ikki at ansa eftir hundinum.