Tveir heiðurslimir hjá MB farnir

30. oktober 2005 andaðist Frits Witt brádliga í 75 ára gamal.

Frits Witt kom úr Danmark til Føroya í 60unum. Hann giftist við Onnu Marin Haraldsen úr Miðvági og búsettist seinni í Miðvági. Frits var timburmaður og verkaði í nógv ár hjá Phil og Søn, síðan nøkur ár sum sjálvstøðugur og seinni arbeiddi hann hjá nógvum ymiskum byggifyritøkum.
 
Hesin fryntligi danskarin við keppinum og pípuni varð skjótt ein bygdarmynd í Miðvági, hann hevði stóran áhuga í fótbólti, og raskur sum hann var, komu vøllur, MB- húsið, fótbóltsliðini, klæði, bóltar og annað tíðliga at njóta gott av Fritsi. Ígjøgnum skiftandi tíðir og ættarlið, var Frits tann sami, altíð til reiðar at taka eina hond í, har á stóð.
 
Frits var sambandsmaður um ein háls, men bersøgin og konsekventur, sum hann var, so visti tú altíð, hvar tú hevði hann, um so talan var um politikk, fótbólt ella arbeiði.
Hann sat eitt skifti í bygdarráðnum og sum formaður í Handverkarafelagnum í nógv ár  og hjá MB hevur hann so altíð verið ein dyggur stuðul, um hann so var í nevnd ella uttanfyri. Seinnu árini hevði hann sett ferðina niður reint arbeiðsliga, men verkaði tó so líka til hann doyði.
 
Eg kann ikki lata vera við at nevna samarbeiðið ímillum Frits og Kaj Egon, tað var sum at sígga tveir ógvuliga góðar beiggjar, har tú sást annan var hin ikki langt burtur  teir vóru saman innan arbeiði hjá MB og harafturat stoyptu og smíðaðu teir saman. Saknurin er stórur hjá Kaj Egon, Hildifríð og børnunum nú Frits er farin.
Frits kom í nógv harrans ár í undirhúsið, altíð fyrstur saman við Jón Edvardi og Elidu at lata upp um morgnarnar í MB-húsinum, morgunmaður var hann burturav og altíð punktligur.
 
Tað er ein ómetaligur saknur eftir Frits Witt bæði hjá MB og sjálvandi ikki minni hjá Onnu Mariu og døtrunum, sum Frits var ómetaliga góður við, ikki minst verður hann saknaður í undirhúsinum, har eingin gloymir angan av pípu, kaffi og tí stuttligu blandingina av føroyskum og jydskum máli, sum klingaði út úr MB-húsinum hvønn gerandismorgun.
Jón Edvard Hansen andaðist 2. februar 2006, 74 ára gamal, eftir at hava drigist við heviliga sjúku í mong ár. Eitt eyðkenni fyri Jón Edvard var, at tú ongantíð hesi ár, hann var sjúkur, hoyrdi hann klaga seg. Jón Edvard misti fyri stuttum konuna av hesi somu sjúku.
 
Jón Edvard var ein ótrúliga sterkur og raskur maður. Eftir at hava siglt uttanlanda í nógv ár, byrjaði hann at verka á landi, hetta var í 70unum. Sum tann vandi trolmaðurin, hann var, komu hansara vitan og hegni bæði trolvirkinum og eisini málmeskunum hjá MB til góðar. Tað meða heldur ikki vera so fáir sjómenn í Vágum, sum hava fingið sína vitan um trol frá Jón Edvardi.
 
So skjótt Jón Edvard legðist á land at verka, byrjaði hann at arbeiða við vøll og hús hjá MB, eisini arbeiddi hann innan nevndararbeiði og var hann so at siga har líka til tað síðsta. Nevnast kann, at dóttir Jón Edvard, Maud, hevur sitið sum formaður í MB 2004-2005, og at døturnar báðar og eisini sonurin hava leikað við MB í fleiri ár.
Jón Edvard gjørdist við tíðini ein ímynd av Miðvágs Bóltfelag, har hann hevði ein fingur við í øllum arbeiði, sum skuldi gerast bæði við vøll, mál, hús, girðing, klæðir, ið skuldu vaskast og bóltar, ið skuldu  heintast inn. Við sínum smílandi, vinsama lyndi kom hann líkasum øllum við, og nú hann er farin, er saknurin vorðin meira eyðsýntur í tí dagliga, bæði í undirhúsinum og hjá  MB.
 
Tá MB 22. januar í  2005 hevði 100 ára føðingardag, fingu Frits Witt og Jón Edvard heitið heiðurslimir og fingu heiðurnálir fyri teirra ótroyttiliga arbeiði innan Miðvágs Bóltfelag í meira enn 30 ár.
 
Miðvágs Bóltfelag fer altíð at minnast hesar báðar heiðurslimirnar við takksemi og stoltleika og samstundis drýpa høvur í samkenslu við teimum nærmastu, sum í sorg eftir sita.
 
Friður verið við minninum um hesar báðar heiðursmenninar Frits Witt og Jón Edvard Hansen.
 
Miðvágs Bóltfelag