Tað er ikki oftari enn so, ar AB hevur umboð á landsliðnum. Til dystirnar móti Kasakstan og Eysturríki hevur Lars Olsen úttikið Símun Rógva Hansen og Róa Danielsen úr AB. At byrja við var ilt at fáa eyga á nakran annan, ið hevur umboðað AB á A-landsliðnum.
Nú vísur tað seg, at Símun Rógvi og Rói ikki skrivaðu søgu sum fyrstu spælararnir, at umboða AB á landsliðnum. Longu í 1988 umboðaði Julian Frank Hansen AB á landsliðnum. Hann var tá venjari hjá AB, sum spældi í 3.deild.
Talan er um allar fysta skrásetta landsdystin, sum føroyska landsliðið spældi. Tað var ein venjingardystur móti Íslandi.
Hin spælarin, sum hevur umboðað AB á landsliðnum, er málverjin Tórður Thomsen. Hann spældi á Argjum frá sumri í 2009 til á sumri í 2010. Tað var móti endanum av uppihaldinum á Argjum, at Tórður Thomsen var eykamálverji, tá føroyska A-landsliðið spældi málleysan javnleik móti Luksemburg.
Julian Hansen er einasti spælarin, ið hevur verið á vøllinum, tí Tórður Thomsen sat á bonkinum allan dystin móti Luksemburg.
Føroyska landsliðið skal spæla móti Kasakstan og Eysturríki 11. og 15. oktobur.