Tveir suðurkoreanar ? tveir menn í 60-árunum - hava latið lív á oynni Yeonpyeong, sum varð álopin av Norðurkorea í gjár. Líkini vóru funnin fyrrapartin.
Geir Helgesen, politiskur viðmerkjari, sigur við dr.dk, at drápini fara at broyta hugburðin í Suðurkorea.
- Tað styrkir bara støðuna hjá suðurkoreanum, at teir skulu hevna seg. Tað fara fólkini at krevja av stjórnini, sigur Geir Helgesen.
Lee Myugt, forseti í Suðurkorea, hevur sagt, at hann ætlar sær ikki at hevna atsóknina, uttan so at Norðurkorea heldur fram við sínum álopum.
Í gjár var staðfest, at tveir suðurkoreanskir herðmenn høvdu latið lív. 15 aðrir hermenn og tríggir vanligir borgarar eru særdir.