Løgreglan í Manchester breyt seg í morgun inn í eina íbúð í býnum, har tveir mans vórðu handtiknir í sambandi við bumbuspreingingina mánadagin.
Tveir mans afturat, sum eru ávikavist 20 og 22 ára gamlir, eru handtiknir í Manchester í sambandi við bumbuspreingingina mánadagin.
Tað skrivar Greater Manchester Police í einum tweeti í morgun tíðiliga. Sostætt eru 13 fólk nú handtikin, harav tveir eru leyslætnir aftur.
Seinastu handtøkurnar vórðu framdar á eini adressu í býarpartinum Cheetham Hill.
Løgreglan hevði húsarannsóknarúrskurð frá dómara, men mátti noyða sær atgongd.
– Ein skipað spreinging varð framd fyri at fáa atgongd til adressuna, skrivar løgreglan í tweetinum.
Teir báðir persónarnir er handtiknir, mistonktir fyri at hava brotið lógargreinina um yvirgang í Stórabretlandi, stendur í tweetinum frá Greater Manchester Police.
Frammanundn hevur bretska løgreglan sambært The Telegraph millum annað handtikið eitt systkinabarn hjá Salman Abedi, sum verður hildin at vera bumbumaðurin – ein 24 ára gamlan mann, sum hevur eina frisørsalong í Manchester.
Í gjár upplýsti løgreglan eisini, at tey høvdu handtikið ein 44 ára gamla mann í málinum.
Kanningarnar benda á, at tann 44 ára gamli kann hava samband við bumbuálopið mánadagin.
Leiðarin á antiterrordeildini hjá bretsku løgregluni, Mark Rowley, segði í gjár, at løgreglan heldur seg hava fingið fatur á einum stórum parti av netverkinum hjá bumbumanninum.
Mark Rowley legði aftuarat, at hann er sannførdur um, at løgreglan hevur nakrar »lyklaspælarar«. Tað er sambært honum sannlíkt, at enn fleiri verða handtikin.
22 fólk doyðu og yvir 100 vórðu særd, tá sjálvmorðsbumbumaðurin mánakvøldið brast eina bumbu í Manchester Arena.
Tað hendi, júst sum konsertin hjá amerikansku poppstjørnuni, Arian Grande, var liðug, og salurin var fullur av fólki.
/ritzau/