Lítið og einki hevur verið at hoyrt um, hvussu gingist hevur hjá snellubátunum á Norðhavinum í ár. Portalurin setti sær í kvøld fyri at spyrja, hvussu gingist hevur hjá snellubátunum, sum rógva út av Eiði.
Jóhan Joensen, sum plagar at landa bátarnar á Eiði, sigur, at lítil snellufiskur er komin upp á land á Eiði higartil í ár.
Hann sigur, at einir 10-15 bátar hava verið einar seks til átta dagar á útróðri, men fiskiskapurin hevur yvirhøvur verið smáligur. Teir fyrru dagarnar kom onkur bátur kanska til 1000 pund, men teir flestu høvdu minni.
- Men, seinastu tveir dagarnar, bátarnir vóru úti, fekk onkur væl av fiski. Tveir teir bestu bátarnir høvdu ávikavist 2000 og 2200 pund tann seinasta dagin, sum antin var mikudagin ella hósdagin í síðstu viku. Aðrir lógu millum 1000 og 2000 pund.
Jóhan Joensen sigur, at teir flestu, sum royna við snellu av Eiði, eru menn úr øðrum bygdum enn Eiði, eitt nú av Skálafjørðinum, Sundalagnum, Havn og onkur hestmaður liggur eisini á Eiði.
- Úr Suðuroy er higartil bara ein bátur komin í ár, men hugsandi er, at onkur kemur aftrat, um viðrar, og fiskur verður at fáa.
Hann sigur, at slagið, sum bátarnir hava fingið úti á, hevur verið gott, mest stórur toskur. Teir, sum hava roynt innari, hava fingið smærri fisk, og tað var her, teir báðir bátarnir fingu fiskin, sum seinasta snelludag høvdu ávikavist 2000 og 2200 pund.
Jóhan Joensen minnist tíðina, tá nógvur snellufiskur kom upp á land á Eiði um várarnar, og hann minnist tað eina leygarkvøldið, tá ikki færri enn 98 bátar landaðu á Eiði. Hann heldur, at hetta var í 2003.
- Áhugin og forvitni um várróðurin er slett ikki tað sama longur, sum tað var. Nú er tað kanska onkur av teimum gomlu, sum hyggja oman á bryggjuna, tá bátarnir koma aftur at landi, sigur hann.