Tveir garvaðir hava lagt frá sær

Teir hava starvast á Sundsverkinum í ávikavist 42 og 37 ár.

 

 

Jákup Sørensen og Svenning Eysturdal, maskinmeistarar, sum eru farnir frá fyri aldur, vórðu heiðraðir fyri trúgva tænastu og hvør sítt megnaravrik í starvi fyri SEV. Fráfaringarløtan fyri teimum báðum varð hildin fríggjadagin 30. oktober.

- Jákup Sørensen kom til SEV í 1978 "bara" fyri at seta M3 motorin upp, men gavst nú 42 ár seinni. M3 kom til landið í kassum, og Jákup setti saman og setti upp. Fyri stuttum hevur hann eisini verið við til at taka motorin niðuraftur.

Hjá SEV vita tey at siga, at Jákup Sørensen hevur verið verkmeistari í tveimum umførum, seinast í tíðarskeiðnum 2004 til 2012.

- Tímateljarin hjá Jákupi Sørensen á Sundi mundi vera hægri enn tímateljarin heima, helt Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundi, fyri í síni røðu. Hann umrøddi Jákup Sørensen sum eina livandi instruktiónsbók, sum hann tók til.

Eisini Svenning Eysturdal kom til SEV fyri at seta ein motor upp. Hetta var í 1983, tá støð 2 skuldi takast í brúk, og motorurin var ein M4 av merkinum MAN B&W. Ætlanin var sum so ikki at arbeiða hjá SEV eftir tað, men hetta bleiv til 37 ár, har Svenning eisini hevur havt ábyrgd av at viðlíkahalda og yvirhála motorarnar.

- Væl hevur verið sett upp og viðlíkahildið, tí M4 hevur verið álitið í mong ár, og í september í ár rundaði M4 200.000 tímar. Tað er ikki smávegis fyri ein motor, sum er ætlaður at koyra í 150.000 tímar.

Á heimasíðuni hjá SEV í dag verður sagt, at báðir hava havt sín seinasta arbeiðsdag fyrr í ár, men vegna korona varð hátíðarhaldið nústaðni hildið. Í røðunum, sum hildnar vóru fyri teimum, varð dentur lagdur á teirra arbeiðssemi, dugnasemi og lætta lyndi.