Løgreglutíðindi
Jólini á Løgreglustøðini í Havn vóru sera friðarlig. Talan var um sannan jólafrið í Jonas Broncksgøtu. Ikki fyrr enn annan jóladag byrjaði telefonin av álvara at ringja á politistøðini.
Av Løgreglustøðini verður sagt, at tey hava roynt at hugnað sær um jólini, tey hava pyntað til jóla, soleiðis at tað er eitt sindur hugnaligt hjá teimum. Nógv fólk noyðist altíð at vera til arbeiðis, eisini á jólum tí Løgreglustøðin skal røkja alla Streymoynna og eisini Vágoynna um illa stendur til. Hendir ein vanlukka mugu tey vera til reiðar. Tí vóru t.d. seks fólk til arbeiðis á seinnapartsvaktini hesar dagarnar. Jólaaftan og jóladag var friðarligt, og lítið av fólki var út og ferðslan var heldur ikki nógv.
Summi høvdu tó gjørt nakað nógv burturúr tí váta slagnum og løgreglan tók onkur full fólk upp og onkrastaðni var ófriður við hús. Men her var ikki talan um stórvegis mál.
Beint eftir kl. 13 í jóladag sleit ein 20 tonsari, ið lá við bryggju í Hvalvík. Reyvin var loysnað, og gronin gnagaði móti bryggjuni. MRCC støðin fekk boðini, og boðaði teimum í varða av havnarlagnum í Hvalvík frá.
Um tvey tíðina náttina til annan jóladag var eitt par komið til ilnar á opnari gøtu í Vesturbýnum í Havn. Løgreglan varð boðsend og kom á staðið. Parið varð tosað til rættis, og meira varð ikki gjørt við málið.










