Tað var spælifilmurin, Stina Karina, sum Andrias Høgenni, hevur gjørt, sum fekk føroysku filmsvirðislønina, Geytan í ár.
Tað varð avdúkað í Norðurlandahúsinum beint nú.
Áskoðaravirðislønina fekk spælifilmurin, Tunnan, sum Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge, hava gjørt
Tað vóru 22 filmar við í kappingini, men dómsnevndin valdi 11 burtur úr, sum vóru við í kappingini í kvøld.










