Tveir føroyingar við í B1908 sigri

Annar av leikarunum var eisini millum málskjúttarnar

Tveir føroyingar vóru í gjár millum teir fyrstu 11, tá B1908 á útivølli spældi móti B93 í donsku 2 division.

 

Leikararnir, ið talan var um, eru teir báðir eysturoyingarnir, Øssur Dalbúð og Oddur Højgaard, sum báðir hava royndir úr bestu føroysku deildini.

Øssur, við royndum frá NSÍ og ÍF, og Oddur, við royndum frá B68.

 

B1908 vann dystin í gjár 3-1 á útivølli móti B93, har Øssur Dalbúð eisini skeyt eitt av málunum.

 

Báðir føroysku leikararnir spældu mest sum allan dystin. Oddur Højgaard var á vøllinum allar 90 minuttirnar, meðan Øssur Dalbúð varð útskiftur tá gott og væl 5 minuttir restaðu av dystinum.

 

B1908 liggur á sjeynda plássið í donsku 2 division øst.