Tveir FM vinnarar flyta

07 Vestur hevur gjørt avtalu við tveir av teimum, sum við KÍ hava verið við til at vinna FM

Tað er ikki alment boðað frá tí, men tað er púra vist, vita heilt góðar keldur at siga.

 

07 Vestur hevur gjørt avtalu við tveir av spælarunum, sum hava verið við til at vinna FM til KÍ og Klaksvíkar um, at teir næsta ár fara at spæla við 07 Vestur, sum er leyst av hóttanini av niðurflyting og nú er farið undir fyrireikingarnar til nýtt ár í fremstu røð.

 

Annar spælarin er Boris Dosljak, sum higartil í ár hevur spælt 14 dystir við besta liðnum og skorað trý mál. Tíðliga í hesum kappingarárinum var hann ofta millum teir fyrstu ellivu sum framrættaður spælari í øðrum borðinum.

 

32 ára gamli Boris Dosljak kom úr Montenegro og til Klaksvíkar undan kappingarbyrjan í 2018, og hann hevur sambært faroesoccer.com spælt 88 dystir í bestu landskappingini og skorað 16 mál. Hann hevur spælt 12 dystir í Europa fyri KÍ, og hann hevur spælt sjey dystir í kappingini um løgmanssteypið. Í ár hevur hann 9 ferðir verið á næstbesta KÍ liðnum, har hann hevur skorað tvey mál.

 

Hin nýklækti FM vinnarin, sum eftir kappingarlok fer at flyta úr Klaksvík og KÍ og til 07 Vestur, er Jasper Van Der Heyden. 26 ára gamli framrættaði niðurlendski spælarin kom til Klaksvíkar í vetur. Hann hevur verið við í 13 landskappingardystum í bestu deildini og skorað fimm mál. Á næstbesta liðnum hevur hann í ár spælt sjey dystir og skorað trý mál. Tá ið KÍ í summar átti heimadyst í Conference League, varð hann skiftur inn í longdu leiktíðini. Hetta er einasta ferðin, at hann hevur verið við í europeiskari kapping.

 

Jasper Van Der Heyden kom til Føroya í 2020, tá ið hann spældi við AB.