Tveir flokkar á Sjúkrarøktarfrøðisskúlan

Fyrst og fremst vilja vit fegnast um at Barnatænastan er nevnd í samgonguskjalinum. Vit gleðast um, at hendan tænasta skal styrkjast fyri betur at kunna røkja øktar uppgávur sambært nýggju lógini um fyribyrgjandi heilsutænastur fyri børn og ung.

Tá hetta er sagt, harmast vit sera nógv um, at mangulin av sjúkrarøktarfrøðingum ikki er nevdur og raðfestur í skjalinum. Hesir setningar eru tó at finna:

• Styrkjast skal undir starvsfólkaorkuna á heilsuverkinum

• Sjúklingar skulu hava betur tænastu

 

• Heilsutænasturnar skulu styrkjast

 

Í samgonguskjalinum stendur eisini, at betri rættindi og tænastur skulu veitast eldri og at styrkjast skal um starvsfólkaorkuna og trivnaðin í eldrarøktini.

Allar hesar visiónir standa í anstøðu til tann vaksandi tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum. Hvussu kann tænastan gerast betur, tá talið á tí best útbúnað røktarstarvsbólkinum alsamt fækkast? Mangulin av sjúkrarøktarfrøðingum kemur serliga til sjóndar í frítíðar tíðarskeiðunum. Hetta kundu vit m.a lesa um í fjølmiðlunum, serliga síðstu jól, var støðan ikki tespulig á landsins stórsta sjúkrahúsi.

Í londunum rundan um okkum ger sami trupulleiki seg galdandi, og vísa framskrivingar, at støðan gerst alsamt verri. Bara í Danmark mangla 2400 sjúkrarøktarfrøðingar í dag. Stjórnin hevur tikið ábyrgd, og útvega fleiri pláss til útbúgvingina, men nú vænta umsøkjarar.

Enn hava tað verið nokk av skikkaðaum umsøkjarum til sjúkrarøktarfrøðisútbúgvingina í Føroyum, eisini um tveir flokkar verða tiknir inn, men ikki ber til at síggja burturfrá, at talið er fækkað tey síðstu árini.

Okkara áheitan er, at henda samgongan tekur ábyrgd og tekur hendan trupulleikan í álvara. Vit vilja heita á tykkum um at bera so í bandið at tveir flokkar av sjúkrarrøktarfrøðislesandi verða tiknir inn árliga. Vit mugu hava fleiri starvsfelagar!