Tveir flokkar í Føroyum

Før Jógvan Sundstein, fyrr­ver­andi løgmaður, rætt, so hava vit bara tveir flokk­ar í Føroyum, eftir at rík­is­rætt­arligi spurningurin er av­greidd­ur – og at avgreiða hendan spurning merkir sam­bært Jógvani Sundstein, at vit fáa eina føroyska grund­lóg samtykta og sam­ráða okkum til rættis við danir um niðurrlaging av blokk­stuðl­i­num.

Hetta sigur hann í tíð­ar­grein her í blaðnu í dag.

– Um hesi viðurskifti verða avgreidd, so hvørvur ein partur av stevnuskránni hjá teim ymisku flokkunum, og flokk­arnir kunnu so við øðr­vísi ídni kasta seg yvir van­ligan samfelagspolitkk, sum upptekur politiskar flokk­ar í øðrum londum, sig­u­r Jógvan Sundstein.

– Hvussu nógvar flokkar vit so fáa í Føroyum, veit eg ikki, men eg ímyndi mær, at vit koma at fáa nakað sum líkist eini tvíflokkaskipan, sum til dømis í Bretlandi. Eg síggi fyri mær, at tveir av nú­ver­andi flokkum vera høv­uðs­flokkar, og tað eru Javn­að­ar­flokkurin og Fólk­af­lokk­ur­in. Ein partur av Tjóð­veld­is­flokk­i­num og eitt sindur av Sam­bands­flokk­i­num fer so saman við Javn­að­ar­flokk­i­num, með­­an ein annar partur av Tjóð­­veld­­i­s­flokk­i­num og meginparturin av Sam­bands­flokk­i­num legg­ur saman við Fólk­a­flokkin, sig­ur Jógvan Sund­stein.
Hann heldur hinveing, at Sjálv­stýrisflokkurin fer helst helvt um helvt í hvønn partin.

– Miðflokkurin fer helst ong­an veg, meðan Framsókn má roknast við at fara borg­ar­liga vegin, heldur Jógvan Sund­stein, sum vísir á, at Jó­annes Eidesgaard í eini tíð­ar­grein hevur eftirlýst einum al­tern­a­tivi til núverandi sam­gongu.

– Eg rokni ikki við nøkrum var­andi alternativi undir nú­verandi politisku skipan, men fáa vit fullveldi og fáa loyst suv­e­r­e­n­itets­spurn­ing­in, so kundi tað hent, at Jó­ann­es fekk sítt ynski um tvey al­t­ernativ uppfylt. Hann átti at gjørt sína ávirkan galdandi og fingið sjálvstýrismálið loyst, held­ur Jógvan Sudnstein.

Lesið tíðargreinina á síðu 17