Tveir flogbóltsdystir um vikuskiftið

Menninir hjá ÍF halda fast um oddasessin, meðan kvinnurnar hjá Mjølnir við sigri í oddadysti nú leggja sjógv niður til hini liðini

Vístu støðið
ÍF vann ein týdningarmiklan sigur á Fleyr um vikuskiftið, sum førir við sær, at teir halda fast í oddanum. Teir deila nú framvegis fyrsta pláss við SÍ. ÍF tók heilt eftir ætlan fyrsta sett, áðrenn Fleyr svaraði aftur og vann eitt drúgt 2. sett, áðrenn ÍF vísti sítt veruliga støðið og vann stórt tey bæði seinastu settini. ÍF vann harvið dystin 3-1.

Tveir bóltar á muni
Oddabrak var í bestu deildini hjá kvinnum, har Fleyr á øðrum plássi tók ímóti Mjølnir á fyrsta plássi. Sigast má, at hetta gjørdist ein sannur gysari, tí bara tveir bóltar skiltu liðini. Neyðugt var vði einum 5. og avgerandi setti, sum oddaliðið Mjølnir vann 15-13 og harvið legði sjógv niður til hini liðini. Fleyr er fýra stig aftanfyri Mjølnir á fyrsta plássi og somuleiðis fýra stig frammanfyri SÍ, sum tó hevur leikt ein dyst færri og kann leggja trýst á.