Í ein tíma fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar á landsvegnum undir Heimasta Horni.
Hetta er vegurin, sum gongur úr Ringvegnum og móti Velbastaðhálsi.
- Á fyrsta vegastrekkinum her er niðursett ferð, har hámarksferðin er 60, og líkt er til, at hetta hava øll, sum koyra um hesar leiðir, ikki givið sær far um.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í kanningunum í gjár vórðu fýra mál skrivað.
- Tveir bilar vórðu máldir at koyra ávikavist 79 og 83 kilometrar um tíman, og her fáa bilførararnir bót og klipp í koyrikortið.
Lagt verður aftrat, at tveir bilførarar eisini vórðu máldir at koyra ávikavist 86 og 94, og tað gevur bót og treytaða frádøming.
- Hetta merkir, sigur løgreglan, at hesir báðir bilførararnir noyðast upp til nýggja koyriroynd, um teir ikki skulu spæla sær av við koyrikortið.
Vaktleiðarin minnir í hesum sambandi bilførarar um at ansa eftir ferðini á hesum vegastrekki við niðursettari ferð.