Tveir fingu nevan

Tveir ungir menn vórðu í nátt fluttir á skaðastovuna á Lands­sjúkr­a­hús­i­num, eft­ir at bardagi hevði verið í miðbýnum í Havn.

Ann­ar hevði fingið blátt eyga og hin bløddi úr vørrini.

Politiið hevur tosað við mann­in, sum sló teir báðar, og hes­in er skuldsettur fyri harð­skap.

Tveir aðrir vórðu skuld­sett­ir fyri harðskap, tí teir bard­ust. Teir kunnu vænta sær bót.