Tveir fingu klipp í koyrikortið

Tað hevur verið avbera friðarligt í nátt

Løgreglan hevur havt tað stak friðarligt í nátt.

Hinvegin gjørdu tey nakað burtur úr at kanna ferðsluna ymsastaðni í nátt.

Men eisini tað gekk upp á stás, tí tað vórðu bara tveir bilførar tiknir fyri at koyra ov skjótt, og teir fingu báðir klipp í koyrikortið.