Tríggir bilførarar fáa nú eina heilsan frá løgregluni eftir dagin í gjár.
Ígjár hendi eitt ferðsluóhapp á krossvegnum ímillum Mannbrekku og Hvítanesvegin. Ein bilur helt ikki víkiskylduna og rendi á ein annan bil. Tað kostar honum einar 2.000 krónur í bót, og vandi er eisini fyri, at hann missir koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann má taka tað av nýggjum, annars missir hann tað.
Løgregan var eisini á vegastrekkinum ímillum Kollafjarðardal og Kollafjarðartunnilin og kannaði, hvussu hart bilar koyrdu. Har er loyvt at koyra 80, og í hesum sambandi fáa tveir bilførar 1.500 krónur í bót í part fyri at koyra beint yvir 100.
Harumframt vórðu tríggir aðrir bilførarar skrivaðir upp, tí perur vóru brostnar.
Í gjár varð eisini ringt til løgregluna úr einum handli, har ein ungur drongur hevði tikið okkurt smávegis av onkrum drekkandi. Tey høvdu dreingin í handlinum til løgreglan kom. Løgreglan sigur, at í slíkum førum verða foreldrini, og barnaverndin, kunnað.