Tveir finalistar afturat

Leygarkvøldið fór næsta umfarið av Ársins Songrødd av bakkastokki, hesuferð í Hvalba. Vinnarar av hesum umfarinum gjørdust Rakul Olsen og Vígdis Berg, báðar 16 ára gamlar.

Ársins Songrødd
Ragnhild Ellingsgaard

Um 300 fólk vóru til staðar, tá farið var undir næsta umfarið av Ársins Songrødd 2002.
5 luttakarar høvdu meldað seg til kappingina, og av hesum 5 skuldu tveir finalistar finnast, sum so skulu verða við í finaluni, sum verður í Badmintonhøllini tann 29. juni í ár.

Góð evni
Nummar eitt hetta kvøldið gjørdist 16 ára gamla Rakul Olsen frá Hvalba, sum sang sangin Try Again hjá Aaliyah.
Rakul var ikki einsamøll á pallinum, men framførdi saman við 4 dansigentum eitt framúr flott show, sum ongan iva lat verða eftir hjá dómarunum.
Nummar tvey gjørdist 16 ára gamla Vígdis Berg frá Hovi við sanginum Here With Me hjá Dido.
Frá fyrireikarunum frætta vit, at talan er um tvær sera dugnaligar gentir, sum uttan iva hava ein góðan møguleika innan føroyska tónleikaheimin.

Næstu ferð í Klaksvík
Enn eru bert kvinnuligir finalistar funnir, men í næsta umfarinum, sum verður hildið í Klaksvík tann 22. mars, verður eisini onkur drongur til.
Fyri fáum árum síðani var tað sera trupult at fáa so frægt av luttakarum við, at skipast kundi fyri slíkum tiltøkum.
Men í ár er longu fult teknað til nærum øll umførini, og sama er galdandi fyri umfarið í Klaksvík.

11 sangir
Til innleiðandi umførini hava luttakarnir 11 sangir at velja ímillum.
Á pallinum framføra tey ein sang, og finna dómararnir út frá hesum fram til vinnaran.
Sangirnir, ið luttakarnir kunnu velja ímillum, eru :
1. Britney Spears I?m A Slave For You
2. Aaliyah Try Again
3. Dido Here With Me
4. Atomic Kitten Eternal Flame
5. N Sync Pop
6. Kylie Minoque Can?t Get You Out Of My Head
7. Follow Me Uncle Kracker
8. Crasy Town Butterfly
9. Moulin Rouge Lady Marmelade
10. Ricky & Christina Nobody Wants To Be Lonely
11. Hermans House Band Country Roads