FLOGBÓLTUR
Hóast tað her og nú ikki gevur nakað, mundi tað ikki hava so lítið at siga fyri menninar hjá SÍ, at teir í Eikliguni leygardagin vunnu á Mjølnir, sum enn er oddalið, men nú bara er tvey stig framman fyri sørvingar.
Hjá fuglfirðingum hevur gingið striltið, men fyrstu tvey settini í kappingini vunnu teir á útivølli ímóti Fleyr. Tað rakk tó ikki til sigurs, tí Fleyr vann fimmsettaran, og ÍF eigur enn fyrsta sigurin til góðar.
SÍ-Mjølnir 3-2
(25-16, 20-25, 9-25, 25-18, 15-5)
Fyri aðru ferð í ár mátti ein fimmsettari til, áðrenn ein vinnari var funnin í dysti millum SÍ og Mjølnir. Tá liðini møttust í Sørvági, lá mesta av trýstinum á heimaliðnum, sum hevði tapt tvær ferðir fyri Mjølnir.
SÍ sá beinanvegin út til at hava lisið skriftina á vegginum, tí Mjølnir fekk ikki fótin fyri seg í fyrsta setti. Spælið hjá sørvingum var gott, og bæði móttøkur og servur vóru góðar.
Men at tað kann skifta skjótt, vísti seg eisini í hesum dystinum, tí longu í øðrum setti hevði Mjølnir fingið tak á spælinum, samstundis sum SÍ dragnaði bólt fyri bólt. Og í triðja setti var heilt galið, tí tá veruliga smurdi Mjølnir sørvingarnar av.
Teir myrkabláu hingu við høvdinum, men kunnu helst takka sínum ídnu viðhaldsfólkum fyri, at dysturin kortini vendi eina ferð aftrat. Sørvingarnir, ið vóru komnir at hyggja, tóku væl á við sínum monnum, og í fjórða setti líktist spælið aftur tí, SÍ hevði víst í fyrsta.
Nú stóð á jøvnum 2-2 í settum, og alt skuldi avgerast í fimta setti. Men her helt SÍ fram í somu øði og spældi upp til sítt allarbesta. Blokkurin, ið hevði verið góður í fjórða setti, var øgiligur í fimta, og SÍ sópaði Mjølnir av vøllinum og vann ruddliga settið og tí eisini dystin.
Bæði lið vístu í løtum gott spæl, men kortini gjørdist tað ongantíð spennandi, tí tey ongantíð vóru góð í senn. Tann dag, tað hendir, spyrst óivað ársins brak burturúr!
Fleyr-ÍF 3-2
(26-24, 12-25, 25-16, 21-25, 15-12)
Fleyr og ÍF eru tey bæði niðaru liðini í Eikliguni hjá monnum, men tey megnaðu allíkavæl at borðreiða við einum spennandi dysti í Gundadalshøllini í gjár, ið máttu avgerast við fimmsettara.
ÍF, sum undan dystinum ikki hevði vunnið eitt einasta sett higartil, kundi fegnast um, at nú bar til tvær ferðir. Men samstundis kunnu fuglfirðingar iðra seg um, at tað tó ikki rakk til meira enn enn ein ósigur.
Fleyr var í grundini tað av liðunum, ið gjørdi flestu feilirnar, men kundi hinvegin dúva upp á álopsspælið, ið var sterkari enn hjá ÍF. Og í avgerandi løtunum vísti Fleyr seg at hava størri trúgv á, at tað kundi bera til, og tað gjørdist kanska størsti munurin á liðunum í síðsta enda.
Líka so søtt, sum tað mundi vera fyri ÍF endiliga at vinna stig, mundi tað eisini kennast søtt hjá Fleyr, nú liðið fyri fyrstu ferð í vetur fór úr einum fimmsettara sum vinnari. Hetta var tann fjórði hjá Fleyr, men teir tríggir undanfarnu vóru allir taptir.









