Tveir feitir fuglar

Hetta er tíðin, tá menn plaga at rigga til at fara eftir nátungum, og hetta er eisini tíðin, tá lírar verða drignir, tí í dag - 26. august - er líradagur

Flestu munnu vita, at líri er ungi hjá skrápi, tó at skrápur sjáldan sæst á flogi nærindis landi. Eru tað nógv, sum ikki vita, hvussu skrápur sær út, munnu tað vera enn fleiri, sum ongantíð hava sæð ein livandi líra.
Enn verður líri drigin ella tikin við lykt á nátt í ymiskum oyggjum, eitt nú í Skúvoy og Sandoy. Men tað er ikki bara í hesum báðum oyggjum, at skrápur reiðrast. Ivaleyst man fuglurin reiðrast í flestu oyggjum í Føroyum, tó at lítið hoyrist um hetta.
Í Nólsoy hevur verið vanligt at tikið líra, bæði við króki og við lykt á nátt, men hóast urðin í Nólsoy er stór, og veiðan hevur verið lítil, er ikki líkt til, at nakar vøkstur er í stovninum. Heldur er tað so, at sjófuglurin sum heild minkar, og lítið er, sum bendir á, at fuglastovnurin fer at veksa aftur í bræði.
Á líradegnum er ov tíðliga at taka líra við lykt. Lyktin verður brúkt um mánaðarskiftið, august/ september og kanska einar 10 dagar út í september, tá roknað verður við, at lírin er so mikið búgvin, at hann kemur út úr síni djúpu holu at læra seg at flúgva.
Vanligt er, at tá kvøldið líður, kemur skrápurin aftur at landi við føði til líran, og hin gamli fuglurin plagar at hoyrast, tá hann setir seg í urðini ella vøllinum, har fuglurin reiðrast.

Nátatíð
Nátungin er heldur fyrr á sjógvin enn lírin, og tá henda vikan fer at líða, og komið er út í næstu viku, verður besta nátungatíð.
Vikuskiftið, sum stundar til, skuldi tí passað rættiliga væl hjá teimum, sum ætla sær ein túr, men sum annars ikki hava frí úr arbeiði mitt í viku.