Tveir fegnir venjarar á Argjum í dag

(Ljóðsamrøður frá Rás2) Annar fegnaðist um silvur, hin fegnaðist um bjargingina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Trygva Mortensen, og høvuðsvenjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze, aftaná 1-0 sigurin hjá NSÍ úti á Argjum í dag.

 

Talan er um tveir fegnar venjarar. Trygvi Mortensen fegnast um silvurplássið, meðan Sámal Erik Hentze fegnast um, at AB hevur yvirlivað.

 

Trygvi vil ikki siga hvar hann verður venjari í framtíðini, men fegnast um at enda væl við NSÍ. Bagge sendi eina heilsu til sítt barndómsfelag, og segði, at hann var vísur í, at HB fór at greiða setningin hjá sær við at vinna á FC Suðuroy. 

 

Ljóðgóðskan er ikki av tí besta í ljóðinnslagnum, og tað biða vit in.fo brúkaran um at bera yvir við okkum, at tað haltar við tí.