Tveir amerikanarar, sum høvdu fingið deyðadóm fyri morð, vórðu tiknir av døgum í gjár, eftir at hægstirættur hevði sýtt fyri at útseta avrættingarnar.
Annar fangin, tann 63 ára gamli Reginald Brooks, hevði fingið deyðadóm fyri at hava beint fyri trimum synum sínum í 1982. Brooks bleiv avrættaður í einum fongsli í statinum Ohio, og hann er tann fyrsti fangin, sum er tikin av døgum har teir seinastu seks mánaðirnar.
Eina løtu eftir at deyðadómurin hjá Reginald Brooks var fullførdur, bleiv Oba Chandler (myndin) tikin av døgum í einum fongsli í Florida. Hann hevði fingið deyðarevsing fyri at hava druknað eina konu og tvær døtur hennara í 1989.
Oba Chandler er tann 71. fangin, sum er tikin av døgum í Florida, síðani staturin setti deyðarevsingina aftur í gildi í 1976. Hann var samstundis tann 41. fangin, sum er avrættaður í USA í ár.










