Í gjár varð sagt, at teir mest sum eru givnir at skjóta mál í Íslandi. Tað varð sipað til, at tríggir dystir skuldu havt verið spældir í Íslandi mánakvøldið, og at bara eitt mál varð skorað í øllum trimum dystunum.
Tað var satt, at KA av Akureyri mánakvøldið vann 1-0 í Reykjavík ímóti Fylkir. Men tað var við síðuna av, tá ið tað varð sagt, at talan var um málleysar uppgerðir millum Grindavík og oddaliðið FH og ÍA og Keflavík. Hesir báðir dystirnir vórðu ikki spældir fyrrenn týskvøldið, tá ið triði dysturin var tann millum Fram og KR. At dystirnir vóru útsettir komst av, at veðrið í Íslandi var stak vánaligt mánakvøldið.
Julian Johnsson og liðfelagarnir í ÍA vunnu 2-1 á heimavølli ímóti Keflavík, og FH legði seg orduliga aftur í toppin. Teir vunnu við ikki minni enn 4-0 í Grindavík, har heimaliðið longu miðskeiðis í fyrra umfarinum misti ein mann.
Í FH tykjast teir hava skotið papageykin, tá ið teir keyptu útlendskan álopsspælara. Danin Allan Borgvardt skoraði trý tey fyrstu málini fyri FH, og brotssparkið, sum bar fjórða málið við sær, var gjørt ímóti honum. Ein annar danskur spælari, Tommy Nielsen, umsetti úr ellivu metrum. Við sigrinum er FH undan tveimum teimum síðstu umførunum trý stig frammanfyri ÍBV og oddalið. Nógv bendir tískil á, at tað skal fara at eydnast FH at vinna meistaraskapin fyri fyrstu ferð.
ÍA er á fjórða plássinum. Undan steðginum týskvøldið sá einki út. Keflavík legði seg framum við brotssparki. Eftir steðgin svaraði ÍA tvær ferðir aftur. Tá ið ein tími var farin, javnaðu teir, og tá ið tað restaðu seks minuttir skoraðu teir sigursmálið.
Fram uppum
Mest sum alt kappingarárið hevur Fram stríðst fyri at sleppa undan niðurflyting. Eftir nógv tey flestu umførini hevur felagið hjá Fróða Benjaminsen og Hans Fróða Hansen verið niðanfyri strikuna. Eftir sekstanda umfarið er Fram omanfyri strikuna. Teir hava seytjan stig, og niðanfyri teir eru Víkingur og KA, sum bæði hava fimtan stig.
Týskvøldið vann Fram grannauppgerðina ímóti meistarunum tvey tey seinastu árini, KR, 1-0. Málið, sum teir fingu í 2. hálvleiki, skoraði Viðar Guðjónsson. Fróði Benjaminsen var leikbannaður. Hans Fróði Hansen hevur síðani venjaraskiftið fyrr í summar havt ilt við at vinna sær pláss á liðnum. Tað man hava verið við til at kosta honum landsliðsplássið. Týskvøldið var Hans Fróði allar 90 minuttirnar í Fram miðverjuni. Sambært íslendskum fjølmiðlum stóð hann seg væl.