Á heimasíðuni hjá Sea Shepherd skrivar felagsskapurin, at í gjár mynstraðu tveir ungir føroyingar við Brigitte Bardot. Talan er um teir báðar 21 ára gomlu Magnus Hjaltalin Á Kamarinum úr Havn og Hilmar Reinert Bogason av Skála, sum eru nýggju mennirnir umborð.
Skiparin umborð, Fraser Hall úr Kanada, sigur at teir báðir eru hetjur, sum geva okkum vón um, at vit kunnu steðga grindadrápinum í Føroyum. Har er eitt nýtt ættarlið í Føroyum, sum sær grindadrápið fyri tað, tað veruliga er - ein barbariskur slátur av hvali, sum onki pláss hevur í 21. øldini.
Heimasíðan hjá Paul Watson nevnir, at teir umboða ein vaksandi bólk av føroyska fólkinum, sum eru móti grindadrápi, men sum eru ov bangingin at siga teirra ópatriotisku meining alment.
Magnus Hjaltalin á Kamarinum sigur við heimasíðuna:
- Eg var øgiliga nógv í iva um alt hetta, men grindadrápið er farið út av tamarhaldi. Ov nógvir hvalir verða dripnir, og drápini eru ómenniskjanslig.
Hilmar Reinert Bogason av Skála sigur, at onkur má verða tann fyrsti at seta seg upp móti grindadrápi. Vónandi fara fleiri føroyingar at fylgja okkum. Heimasíðan skrivar, at hann er óvísur í, hvør móttøka bíðar teimum frá føroyingum, tá teir einaferð fara aftur í land.
Í gjár fór Brigitte Bardot aftur úr Havn. Sambært heimasíðuni fara teir komandi tíðina at sigla í syðru helvt av føroyska sjóøkinum og leita eftir grindahvali.